Visti tú at...?

Tváttur reinsar klæðir fyri privatkundar.


Tváttur vaskar oljuklæði fyri fiska- og alivirki.

Tváttur vaskar dýnur, koddar og toppmadrassur.


Søgan

Tváttur sá dagsins ljós í einum fyrrverandi bilvekstaðsbygningi á Skála í 2002. 25. apríl hetta árið vóru tær fyrstu maskinurnar tendraðar á vaskarínum. Hetta vóru ein 24 kg. Electrolux vaskimaskina og ein 24 kg. Electrolux turkitrumla. Síðani hesa lítilatnu byrjanina er vaskikapasiteturin á Tvátti fleirfaldaður og bygningurin bæði út- og umbygdur.

Stórsta einstaka vakstrarstigið hjá Tvátti varð tikið á vári í 2007, tá ið Tváttur keypti HC Vask í Klaksvík - hitt áður so navnframa Klaksvíkar Dampvaskarí. Við hesum keypinum økti Tváttur ikki bara um sín tøkniliga kapasitet, men víðkaði eisini um sín kundaskara. Áðrenn keypið av HC Vask hevði Tváttur so at siga bara vaska arbeiðsklæði fyri fiskavirki og smiðjur. Við keypinum av HC Vask fór Tváttur eisini at vaska fyri hotell og royndirnar frá hesum virkseminum hava lagt lunnar undir eina størri víðkan út á líknandi marknaðir har virksemið snýr seg um veitan og vask av seingjarklæðum, handkløðum o.t.     

Hóast Tváttur allatíð hevur veitt ávísar tænastur til privatkundar, so gera vit javnan lýsingaátøk fyri at kunna privatkundar um, at Tváttur m.a. vaskar dýnur, koddar og toppmadrassur.

Menningin og víðkanin av Tvátti heldur fram.

 

Bústaður

Sýnávegur 4
480 Skála
Opið er mánadag-fríggjadag:
kl. 09:00-16:00

og

á Hjalla 24
188 Hoyvík
Opið er mánadag-fríggjadag:
kl. 09:00-17:00

Tel: 441840 
Fax: 441844
t-postur: tvattur@tvattur.fo

Trýst á kortið, fyri at 
síggja hvar vit eru á Skála. 

Tváttur-kort.pdf