Fyri eitt arbeiðspláss er tað umráðandi starvsfólkini eru góð umboð fyri arbeiðsplássið. Ein liður í hesum er, at starvsfólkini eru í so hampiligum og reinum arbeiðsklæðum sum til ber. Hetta kann Tváttur hjálpa til við at tryggja. Vit kunnu gera eina avtalu um at heinta tey skitnu arbeiðsklæðini og veita tey aftur rein, eftir einum leisti, ið hóskar best til virksemi hjá tí ávísa arbeiðsplássinum.