Um reinsaríið
Reinsaríið heldur til á 140 fermetrum innast á Hjalla ella á Hjalla 24.
Tváttur á Hjalla brúkar eins og deildin á Skála nýggjar og framkomnar Electrolux maskinur. Munurin er tó, at maskinurnar á Hjalla umframt vanligt vask eisini hava serstøk forrit til vátreins. Hetta er ein tøkni, ið Electrolux hevur ment, og sum er somikið mild fyri flestu tekstilir, at Woolmark góðkennir vátreins sum serliga vælegnað til klæði við teirra merki. Woolmark er góðskumerki fyri ullvørur, ið vanliga skulu vaskast við hond.
Maskinurnar til vátreins brúka lítið vatn og sápan er umhvørvisvinarlig. Hetta hevur týdning, tí Tváttur leggur stóran dent á at halda øll ásett krøv.
Kundaskarin er fyri ein stóran part vinnufyritøkur, t.d. smiðjur, fiskavirki o.t., men eisini einstøk hotell/gistingarhús. Einstøk skip fáa eisini koyggjuklæði o.a. frá Tvátti. Kundarnir eru úr øllum landinum, men tó einamest úr Eysturoynni, Streymoynni og Norðuroyggjum. Nakað av privatum kundum hava vit eisini til vask av ymiskum klæðum.