Vit vaska oljuklæðir, kittlar, arbeiðsdraktir, termodraktir o.a. fyri fiskavirkir og alivirkir.

Í mong ár hava vit havt fastar avtalur við fiskavirkir um, at vit heinta og veita arbeiðsklæðini hjá teimum eina ferð um vikuna. Tá koyra vit, ein avtalaðan fastan dag í vikuni, út á fiskavirkið við teimum reinu klæðunum, og heinta samstundis tey skitnu, sum so verða veitt rein aftur næstu vikuna. 

Eisini ber til at gera avtalur við okkum um at vaska t.d. termodraktir, ið kanska ikki skulu vaskast hvørja viku. Tá finna vit saman við virkinum ein hóskandi loysn, ið passar til júst tey pløggini, ið talan er um at halda rein.