Vit reinsa flest allar brúðarkjólar, konfirmatiónskjólar og dópskjólar. Kjólar av hesum sløgum eru sera ymiskir. Onkrir eru síðir, og hava lek og blondur. Aðrir eru meira einklir. Hetta ger, at vit vilja fegin síggja kjólarnar, áðrenn vit taka støðu til um vit fáa reinsa teir, og hvør prísurin er fyri at gera tað. Prísurin fyri ein brúðarkjóla er úr 775,- kr., og aloftast fáa vit reinsa teir.