Tváttur vaskar m.a. arbeiðsklæðir, dýnur, koddar, toppmadrassur og gardinur fyri almennar stovnar.
T.d. velja onkrir skúlar at vaska allar gardinurnar á stovninum eina ferð ella tvær ferðir um árið. Hetta kann eitt nú gerast í summaraferiuni, so inniklimaið er frískt og gott, tá ið skúlin byrjar aftur.
Onkrir barnagarðar velja at vaska allar dýnur, koddar og toppmadrassur minst einaferð um árið. Hetta kann avgjørt viðmælast, tá tað er prógvað, at ein rein song kann viðvirka til, at barnið ikki útviklar ovurviðkvæmi.