Tað er sera umráðandi, at føroysk klæðir verða handfarin rætt, tá ið tey skulu reinsast. Á Tvátti reinsa vit føroysk klæðir við Lagoon vátreinsskipanini. Lagoon er fyrsta og einasta professionella vátreinsskipan, ið er góðkend av Woolmark Company sum ein frálíkur reinsiháttur til viðbrekin klædnapløgg.
Hóast vit gera alt fyri at tryggja, at føroysku klæðini ikki verða skadd, tá ið tey verða reinsað, kann tað hendingaferðir koma fyri, at eitt plagg fær skaða undir reinsing. T.d kann ein broderaður tráður kasta yvir á toyið, hann er broderaður á. Av tí at ongar vaskivegleiðingar eru prentaðar í føroysk klæðir, og tað ikki altíð er til at vita, júst hvat tilfar er brúkt til hvørt einstakt plagg, veita vit onga trygd fyri, at ein skaði ikki kann koma fyri - vit meta heldur ikki, at vit hava nakra endurgjaldsskyldu, um so skuldi verið.