Tváttur leigar dygdargóðar hvítar dúkar út. Sniðið eitur Stockholm, og eru hetta dúkar við einum diskretum mynstri av smáum fýrakantum. Allir dúkarnir eru samanlagdir í M-fold við hond. Støddirnar á dúkunum eru 140 x 145 cm, 140 x 230 cm og 140 x 300 cm. Prísurin fyri leiguna er 40,- kr/m. 

Um tær ikki tørvar so nógvar dúkar, ert tú vælkomin á Tvátt eftir teimum, uttan at bíleggja áðrenn. Um tær tørvar nógvar dúkar, mæla vit tær til at rokna út hvussu nógvar dúkar tú hevur tørv á av hvørjari stødd, og síðani at bíleggja við at skriva til okkara á tvattur@tvattur.fo, skriva til okkara á facebook ella at ringja til okkara á 308585.

Vanliga mannagongdin er, at dúkarnir verða heintaðir á Tvátti, á Hjalla 24, mánadag til fríggjadag millum kl. 09:00 og 17:00. Dúkarnir mugu veitast aftur á Tvátt, so skjótt til ber aftaná, at teir eru brúktir. Tað er umráðandi, at dúkarnir verða skjótt afturbornir, tí teir kunnu oyðileggjast um teir liggja ov leingi skitnir. Endurgjaldskrav verður sent fyri dúkar, ið verða oyðilagdir, tá ið teir eru útleigaðir.  

 

Sí príslista her