Mannagongdir, keyps- og handilstreytir
Tá tú sum kundi vilt vaska ella reinsa tíni pløgg her hjá okkum á Tvátti, er mannagongdin hendan.
- Klæðini verða latin inn, tald upp og merkt við einum nummari.
- Tú fært eini sms boð við einum ordranummarið.
- Um tú ynskir tað, kanst tú eisini fáa ein lepa við.
GG: Minst til at tryggja tær, at telefonnummar og pløgg eru rætt skrásett, um tú biður um lepan við tær aftur.
- Klæðini verða vaskað/reinsað.
- Tá klæðini eru liðugt vaskað og klár at heinta, verður SMS sent til tín, og tú kanst koma eftir teimum.
Verða klæðini ikki heintað áðrenn ein mánaður er gingin, verður áminning send til tín. Gongur so aftur ein mánaður afturat, uttan at klæðini verða heintað, verður enn ein áminning send. Hendan mannagongdin verður endurtikin líka til seks mánaðir eru gingnir. Um klæðini ikki eru heintað eftir at seks mánaðir eru gingnir frá tí at fyrsta SMS’ið er sent, tilskilar Tváttur sær rættin til at lata klæðini til vælgerandi endamál.
Klæðir, ið onga vaskivegleiðing hava, eru altíð uppá kundans egnu ábyrgd. Somuleiðis eru tað pløgg, ið hava plettir í, sum ikki kunnu vaskast burtur.