Um Tváttur reinsarí & vaskarí
Tváttur reinsarí og vaskarí heldur til innast á Hjalla - t.e. á Hjalla 24. Á Hjalla reinsa og vaska vit klæðir til privat- og vinnukundar. Vit hava eisini eina deild á Skála, ið heldur til á Sýnávegi 4. Á Skála vaska vit einamest fyri vinnukundar.
Tváttur á Hjalla brúkar eins og deildin á Skála nýggjar og framkomnar Electrolux maskinur. Munurin er tó, at maskinurnar á Hjalla umframt vanligt vask eisini hava serstøk forrit til vátreins. Hetta er ein tøkni, ið Electrolux hevur ment, og sum er somikið mild fyri flestu tekstilir, at Woolmark góðkennir vátreins sum serliga vælegnað til klæði við teirra merki. Woolmark er góðskumerki fyri ullvørur, ið vanliga skulu vaskast við hond.
Maskinurnar til vátreins brúka lítið vatn og sápan er umhvørvisvinarlig. Hetta hevur týdning, tí Tváttur leggur stóran dent á at halda øll ásett krøv.