Av tí at rullan, sum strýkur okkara dúkar í løtuni er til umvælingar, fáa vit ikki gjørt nakað við okkara dúkavirksemi. Hetta merkir, at vit ikki fáa leigað dúkar út, og vit taka heldur ikki dúkar inn til vaskingar í løtuni. Um so er, at tú eigur dúkar hjá okkum, so fært tú nærri boð, so skjótt sum vit hava nærri kunning til nær virksemi við dúkum verður uppafturtikið.
Vit reinsa og vaska nærum øll skápsklæðir, ella tað, sum danir rópa fyri garderobetøj. Hetta umfatar m.a. klædningar, buksur, skjúrtur, slips, frakkar, jakkar, kjólar, niðurdeilar, blusur og troyggjur.