Umhvørvisgóðkenning
Tváttur hevur umhvørvisgóðkenning, givið við heimild í § 29 í løgtingslóg nr. 134 frá 29. oktober 1988 um umhvørvisvernd, sum broytt við løgtingslóg nr. 128 frá 22. desember 2008, og § 1, nr. 4 í kunngerð nr. 54 frá 3. mai 1994 um at leggja eftirlits- og umsitingaruppgávur eftir umhvørvisverndarlógini til Umhvørvisstovuna, sum broytt við kunngerð nr. 90 frá 28. september 2007.
Á Tvátti eru vit tilvitaði um at vaskievni, um tey ikki verða viðfarin skynsamt, kunnu vera skaðilig fyri umhvørvi. Vit hava arbeitt dúgliga við at tryggja, at okkara virksemi ikki er til skaða fyri umhvørvi, og frøast vit tí serliga nógv um, at vit hava fingið umhvørvisgóðkenning.