Við Heinta og veita tænastuni kemur Tváttur reinsarí og vaskarí heim á tín bústað eftir og við tí, sum skal reinsast ella vaskast. Vit koyra allastaðni har landfast er av Hjalla. Týsdag heinta og veita vit í Suðurstreymoy*, mikudag í Eysturoy og Norðoyggjum, og hósdag í Norðurstreymoy og Vágunum.
Endamálið er at kunna koma heim til tín, tá ið sannlíkt er, at onkur er inni. Tí miða vit ímóti at vera á tínum bústaði millum kl. 17 og 20. Tú bíleggur Heinta og veita tænastuna við at fylla oyðublaðið niðanfyri út. Tíðarfreistin fyri at bíleggja Heinta og veita tænastuna er kl. 12:00 sama dag, sum vit koyra út í tínum øki. Heinta og veita tænastan kostar 75,- kr., og verður hetta lagt omaná kostnaðin fyri reinsing og vasking.
* Vit nýta somu flokking í økir sum Hagstova Føroya, og merkir hetta m.a., at Kollafjørður, Oyrareingir og Signabøur eru ein partur av Norðurstreymoy.